Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Rumenia-Føroyar, Cluj: Talan gjørdist um eitt stórtap í Eysturevropa í kvøld. 

Rumenia vann 4-1 eftir at hava verið á odda 3-1 í hálvleikinum, og var rumenski sigurin ikki eitt mál ov stórur.

Viðmerkjararnir hjá Kringvarpi Føroya royndu at vera jaligir, tá tað kom til at meta um tað føroyska avrikið í kvøld, men veruleikin var tann, at føroyska liðið als ikki var nóg mótstøðuført, serliga ikki í fyrsta hálvleiki tá rumenska liðið ikki spældi líka væl, sum tað gjørdi í seinna hálvleiki.

Tað er ein treyt, tá ein spælir á føroyska liðnum, at ein gevur seg 100%, og tað gjørdu føroysku leikararnir eisini í kvøld.

Avrikið var betri enn á Malta fyri trimum døgum síðan, men tá tað er sagt, er eitt gott avrik tað minsta, ein kann krevja av einum føroyskum landsliðsspælara. 

Spælið frameftir á vøllinum var eisini á eini leið, og tvey mál á útivølli ímóti Malta og Rumenia má sigast at vera góðtikið. Hinvegin hevur verjuspælið als ikki verið nøktandi, og nú mugu stór spurnartekin setast við framtíðina hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara.

Viljormur Davidsen skjeyt einsamalla málið hjá Føroyum í kvøld í 39. minutti. Hann minkaði tá um munin til 3-1 við brotssparki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo