Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Skúli

Áhugin er sera stórur at útbúgva seg sum ferðaleiðari í Føroyum.

Mikudagin í hesi vikuni byrjaðu 25 fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði á Miðnámi í Vestmanna.

Skúlin lýsti eftir umsøkjarum undan summarfrítíðini, og 37 umsøkjarar søktu um at byrja á skeiðnum.

Nýggja skeiðið er umleið 200 tímar tilsamans, og teoretiska frálæran er skipað hvørt mikukvøld á Miðnámi í Vestmanna.

Skeiðið er annars býtt upp í hesar tríggjar partar: Ein vitanarpart um Føroyar sum ferðamannaland, ein praktiskan part við venjingum og ein verkætlanarpart, har næmingarnir skulu skriva eina sjálvstøðuga verkætlan í mai 2020.

Verkætlanin er samstundis grundarlag fyri endaligu próvtøkuni.

Í fyrraárið skipaði Miðnám í Vestmanna skipaði eisini fyri einum ferðaleiðaraskeiði, og tá fingu 19 fólk prógv sum ferðaleiðarar. Fleiri av hesum hava síðan arbeitt sum ferðaleiðarar part av árinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo