Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ríðisamband Føroya: Hóast rossini hava verið fleiri, so er stórur spenningur, nú ríðast skal kapp við Leynavatn.

Kappast verður í fýra greinum: Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin. Skeiðrossini eru fýra, og har man Syrpa hjá Bárði Johannesen helst metast at vera favorittur. Í Trav eru fimm ross, og har fer dysturin helst at standa millum Grettir við Kristfríð D. Jacobsen á baki og Savoy og Eiler Joensen. Hjá ungum eru trý ross við. Í fjør vann Sílfa hjá Ásu Bárðadóttir sera sannførandi, og man hon helst eisini fara at gera um seg í dag. 

Hjá teimum vaksnu eru seks ross við. Trý ross dystaðust um FM í fjør; tey eru øll við aftur í ár. Svanna við Hans Paula Poulsen á baki vunnu FM, og Hans Pauli ger altíð ein vørr - tað veit man. Hann er tó ikki  við seinasta riðlinum í dag; tað eru nummar tvey og trý frá í fjør. Freyr hjá Onnu Magnussen og Marengo við Regini Johannessen á baki. Tað verður helst eitt av hesum, ið vinna, men í kappríðing kann alt henda. 

Kappríðingin verður við Leynavatn kl 15 í dag leygardag 15/06.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo