Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Aðalfundurin í danska Skjern Bank í gjárkvøldið endaði við stórari útskifting í umboðsráðnum, og tað var stórpartaeigarin Henrik Lind, sum eisini er kendur her hjá okkum sum ein av stóru eigarunum í BankNordik, sum stóð fyri broytingunum. 

Børsen endurgevur Dagbladet Ringkøbing-Skjern sum var hjástatt á fundinum. Nevndin hevði innstillað 5 limir til afturval, men teir blivu allir skiftir út, millum annað við fólk frá Lind Invest. 

Á aðalfundinum fanst Henrik Lind hvassliga at leiðsluni í bankanum, sum ikki livdi upp til krøvini um góða leiðslu, segði hann. Hann var eisini ónøgdur við, at tað ikki ber til at velja nevndarlimir beinleiðis, men at tað er umboðsráðið sum velur teir.

Lind Invest eigur 20% av Skjern Bank. Lind Invest er eisini ein av stóru partaeigarunum í BankNordik. Burtursæð frá Fíggingargrunninum frá 1992, sum eigur 33%, er Lind Invest størsti einstaki partaeigari við 12% av partabrøvunum í BankNordik. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo