Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Nýggjur sáttmáli skal gerast ímillum Strandfaraskip Landsins og ein privatan vinnurekandi um at røkja siglingina ímillum Sørvág og Mykinies. Talan er um ein trý ára sáttmála sum SSL av sínum eintingum kann leingja við tveimum árum.

Tað eru ikki nógvir brikkar at flyta runt við.  Sáttmálaprísurin er settur til 300.000 kr og inntøkurnar, sum arbeiðstakarin eisini eigur, kunnu væntast at liggja á umleið 1,3 mió kr, siga SSL í útbjóðingartilfarinum. Bilettprísurin er eisini fastlagdur á í mesta lagi 60 kr.

Mykinesleiðin er einasta almenna sjóvegis farleið sum er á privatum hondum. Hon hevur verið útbjóðað síðani 2006, upplýsa Strandfaraskip Landsins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo