Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Um so er at Enniberg ikki fær loyvi frá Dátueftirlitinum at hava vakmyndatól umborð, so heitir ein av manningini á formannin í Fiskimannafelagnum um at møta upp í annaðkvøld, tá ið Enniberg fer nýggjan túr.

- Mortan Johannesen arbeiðir ífylgi fjølmiðlunum uppá at fáa loyvi upp á pláss frá Dátueftirlitinum til at hava vakmyndatól á fabrikkini. Um loyvi ikki er komið uppá pláss í annaðkvøld, eigur Enniberg ikki at sleppa í fiskiskap, uttan at vakmyndatólini á fabrikkini eru tikin niður. 

- Eg fari vegna manningina at heita á formannin í Føroya Fiskimannafelagi um persónliga at møta upp á bryggjuni at tryggja sær, at eingi vakmyndatól eru, skrivar ein av manningini til formannin í Fiskimannafelagnum.

Áheitanin er eisini send til advokatin hjá Fiskimannafelagnum, Páll Nielsen.

Manningin hevur fingið boð um at mynstra kl. 20. 

Fyrr í dag fekk VP eitt skriv frá einum av manningini, sum var sent til Fiskimannafelagið og Dátueftirlitið.

- Hetta er enn ein dulnevndur sjómaður umborð á Enniberg, ið ikki vil missa sítt starv við at standa alment fram.

- Eg havi ikki nógv at leggja afturat tí fyrra "meylinum" sum tit hava móttikið, men eg kann leggja afturat, at aftaná at hava lisið greinina hjá reiðaranum Mortan Johannesen; at framleiðslan er farin 30% upp síðani vakmyndatól eru sett upp, er tann reina og bera lygn, og onki annað!

- Eg kann við hondina á hjartað fortelja tykkum at vakmyndatólini eru sett upp fyri at yvurváka manningina í meðan hon arbeiðir, tí leiðslan yvurhøvur onki álit hevur á manningina. Tá kann eg eisini leggja afturat at vit hava ein formann á hvørjari vakt, sum eigur og hevur hesa uppgávu um hendið. 

- Enniberg gjørdi ein rekordtúr í fjør, har vit fingu 45 tons niður í lastina uppá eitt samdøgur, og tað uttan vakmyndatól, og tað er ongantíð hent aftur, ei heldur við vakmyndatólum.

- Trupulleikin umborð á Enniberg er ikki manningin ella framleiðslan ella mangul uppá vakmyndatól. Trupulleikin er leiðslan sjálv, ella rættari sagt, reiðarin Mortan Johannesen, skrivaði ein sum kallaði seg "ein ónøgdur sjómaður".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo