Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Fíggjarráðkvinnan Kristina Háfoss hevur lagt uppskot fram sum er Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar og leingjan av freist).

Sagt verður í viðmerkingunum, at mælt verður til at gera tvær broytingar.

- Fyrra broytingin snýr seg um at leingja freistina fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjald av motorakførum, sum bert nýta ravmagn ella vetni til framdrift.

- Víst verður til viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 70/2016 (Afturbering av meirvirðisgjaldi fyri elakfør og vetnisakfør).

- Seinna broytingin snýr seg um bilar, ið verða innfluttir og fyrst skrásettir sum leigubilar fyri síðani at verða seldir,

- Sambært § 10 í lógini um meirvirðisgjald rinda hesir bilar ikki meirvirðisgjald av samlaða søluprísinum, men einans av vinninginum. Tað vil siga av muninum millum søluprís og keypsprís.

Kristina Háfoss sigur víðari, at spurnartekin hevur seinastu tíðina verið sett við hesar reglur.

- Reglurnar eru ikki í samsvar við sjálva grundhugsjónina aftan fyri meirvirðisgjaldsskipanina, nevniliga, at brúkarar skulu gjalda meirvirðisgjald av øllum vørum og tænastum, og fyri at skipanin ikki skal virka avlagandi, skal hetta gjald vera eins fyri allar vørur og tænastur. Bilar verða skrásettir sum leigubilar, og seldir lutfalsliga skjótt aftaná, at teir eru skrásettir sum leigubilar.

- Fram til 2015 øktist talið av bilum, skrásettir sum leigubilar so nógv, at ivi tók seg upp um allir hesir bilar veruliga vórðu brúktir sum leigubilar. Sum ein avleiðing av hesum iva varð mvg-lógin broytt á vári 2015 soleiðis, at mvg- frítøkan bleiv treytað av, at akfarið bleiv nýtt til útleigan í minst 6 mánaðir til í minsta lagi 10 ymiskar leigarar.

Viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum fyri land og kommunur, verður sagt, at broytingin, sum tað verður skotið upp at gera, fer fyrst og fremst at tryggja, at lóggávan ikki gevur fyrimun fyri bilar, sum verða leigaðir út í 6 mánaðir fyri síðani at verða seldir.

- Í øðrum lagi verður mvg-lóggávan við hesum neutral í mun til, um valt verður at leiga ella keypa bil, ella brúka peningin til okkurt heilt annað.

- Í triðja lagi vil lógarbroytingini geva landskassanum eina eina meirinntøku, ið helst verður einar 15–20 milliónir krónur árliga. Men orsakað av, at broytingin helst fer at broyta nýtsluvalið, verður meirinntøkan hjá landskassanum sannlíkt væl lægri.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo