Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Tekstlýsingar

Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Myndlistafólk kunnu søkja um stuðul til útbúgving, skeið og námsferðir.  

Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listaligari yrkisleið. Tøka játtanin er kr. 135.600. 

Endamál, sum stuðul kann verða játtaður til:
 
• Útbúgving innan myndlist (útreiðslur, ið ikki eru fevndar av øðrum stuðulsskipanum)

• Skeið á myndlistaøkinum (skeiðsgjald, uppihald og líknandi)

• Námsferðir innan- og uttanlands (ferðaútreiðslur, uppihald og líknandi)
 
Freistin at søkja er 1. september 2019
 
Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.

Umsóknarblað

Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55 
e-postur.: mmr@mmr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo