Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tekstlýsingar

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2020.

Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum: www.ummr.fo undir ”Mentan” – ”Oyðubløð” ella kunnu fáast við at venda sær til ráðið.

Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.
 
Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 15. november 2019.
 
Umsóknir skulu sendast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegi 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella um t-post til ummr@ummr.fo
 
GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020. Játtanin í 2019 var 650.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo