At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur í kvøld havt endaligan uppstillingarfund.

Felagið hevur gjørt av at stilla trý valevni upp til komandi løgtingsval.

Talan er um Bjarna Hammer, løgtingslim, Kristinu Roest, sum er í býráðnum á Tvøroyri, og formannin í felagnum, Jens Arna Leo Hammerfoss.

Aksel V. Johannsen, løgmaður, hevur enn ikki formliga útskrivað løgtingsval at verða, men hevur tó sagt í miðlunum, at valið verður tann 31. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo