Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Suðuroyar Sparikassi og HB hava undirskrivað eina trý ára stuðulsavtalu, sum inniber, at Suðuroyar Sparikassi verður stuðul hjá ungdómsvenjarunum í HB. 

Eyðun Mørkøre gleðist um avtaluna:

- Fyri okkum merkir tað nógv, at hava góðar samstarvspartar í vinnulívinum. Stuðulin ger stóran mun fyri okkara arbeiði, sigur Eyðun Mørkøre, formaður í ungdómsnevndini í Havnar Bóltfelag.

Eisini Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa gleðist um avtaluna:

- Vit í Suðuroyar Sparikassa eru fegin um vera stuðul hjá ungdómsvenjarunum í HB, sigur hann, og leggur afturat, at orsøkirnar til samstarvið millum annað eru, at HB er eitt virkið felag við nógvum íðkarum í ungdómsdeildini, og ger eitt megnar arbeiði innan hetta øki, sum gagnar børnum og ungdómi – okkara framtíð.

Samstundis verður Suðuroyar Sparikassi enn meira sjónligur í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo