Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Eg og ein annar skilamaður, sum kennir viðurskiftini og sum eisini er búsitandi í Suðuroy tosaðu saman ein dagin.

Hann segði, at demografiin nú var so ”skeiv”, at hann ivaðist í, um man kanska var farin forbí ”point of no return”.

Síðani 1985 er fólkatalið minkað 22%.  

Í 1985 var hvør áttandi borgari í oynni pensjónistur.

Í dag er nærum fimti hvør borgari pensjónistur.

Ein ávísan árafjórðing í 2017 vaks fólkatalið í Suðuroy nakað.

Tað gjørdist beinanvegin til ”breaking news” um at nú var gongdin vend.

Men eftirfylgjandi gjørdist tað ”decline as usual”.

Eg haldi at oyggin bløðir út.

Avbjóðingin fyri suðringar í dag er ikki at bjarga Fámjin, men stóra avbjóðingin er at bjarga Suðuroynni.

Stóri spurningurin er um nakað kann gerast og hvat kann gerast. 

Stúrin suðringur

Kelda: Hagstovan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo