Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Tónleikur

Legubál, fiskasøla, talvkapping og altjóða sálmakvøld. Hetta eru bert nøkur av teimum mongu tiltøkunum, sum koma at seta dám á Klaksvík í vikuni áðrenn Summarfestivalin.

Frá mánadegnum og fram til Summar Festivalin verða nógv spennandi og fjølbroytt tiltøk á skránni.

Eitt nú verður altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni, skótarnir hava legubál á Akursmørk, konsert verður á vágni, Fullpower Føroyar skipar fyri bootcamp, karneval fer í gjøgnum býin, útróðrarmenn selja fisk, uttandura talvkapping verður og framsýningar verða at fara til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo