Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Jórunn Gudmundsen er sett í starv sum nýggjur leiðari í Garnhúsinum á Oyri.

Hon er longu byrjað í starvinum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Jórunn hevur arbeitt nógv við børnum og ungum bæði innan ítrótt og tónleik o.a. Hon er 26 ára gomul, hevur skrivstovuútbúgving og tekur leiðsluútbúgving.

Hon tekur við leiðarastarvinum eftir Hans Andrias Olsen.

Garnhúsið er ungdómshús og tilhaldsstað hjá ungdómi í Sunda kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo