Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Sunnudagsskúlarnir í Sandoynni fáa vitjan sunnudagin 13. november.

Sunnudagin fáa sunnudagsskúlarnir í Skopun og á Sandi vitjan av kenda klovninum BUBU, sum við sínum sangum, søgum úr Bíbliuni og við sínum fjasandi lyndi, fer at hugna sær saman við børnum og barnsligum sálum.

Men ikki bara sunnudagsskúlarnir fáa vitjan, tí í Skálavík, har sunnudagsskúli ikki vanliga er, har fer BUBU eisini at leggja leiðina framvið.

BUBU vitjar í missiónshúsunum, og verður tað kl. 12.00 í Skopun (byrjað verður í kirkjuni), kl. 14.30 á Sandi og kl. 17.00 í Skálavík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo