Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Vinna

Havstovan: Í tíðarskeiðnum frá 23. mai til 3. juni var Magnus Heinason árliga svartkalvatúrin kring Føroyar. Veðrið var av tí besta, og túrurin gav sløk 15 tons.

Tó at nøgdin er nakað minni enn farin ár, var tað lutfalsliga meira svartkalvi í hvørjum háli samanborið við seinasta ár. 148 magar vóru kannaðir og 527 nytrar (mynd niðanfyri) vóru tiknar til aldursgreining.

Nakrir sjáldsamir fiskar vórðu funnir, millum annað ein lítli tussafiskur.

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo