Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Havstovan: Magnus Heinason hevur á hvørjum ári síðan 1995 gjørt ein túr í mai-juni, har dentur er lagdur á at fiska svartkalva undir Føroyum. Í ár var túrurin bert eina viku langur, frá 12. juni til 19. juni.

Fiskiskapurin var nakað minni enn í fjør, men meira enn í 2017. Nøgdin av svartkalva per tíma var nakað undir miðal í mun til alt tíðarskeiðið síðani 1995, sí mynd.

672 nytrur vórðu tiknar íalt, av teimum vóru 340 svartkalvanytrur. 209 fiskamagar vórðu kannaðir, harav vóru 145 svartkalvamagar. Høvuðsføðin var svartkjaftur.

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo