Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Myndugleikarnir hava nú funnið annan av svørtu kassunum umborð á Lion Air-flogfarinum, sum datt niður mánadagin.

Tað váttar Yusuf Latif, sum er talsmaður hjá indonesisku bjargingartænastuni, skrivar tíðindastovan Reuters.

Boeing-flogfarið, sum var av slagnum 737 MAX 8, datt niður bara 13 minuttir eftir at tað var farið á flog.

Tað var á veg til býin Pangkal Pinang á oynni Bangka, sum liggur ein tíma frá Jakarta.

Flogfarið var nýtt.

Við flogfarinum vóru 178 ferðafólk, tvey smábørn, tveir flogskiparar og manningin taldi seks. Tilsamans 189 persónar. Helst umkomust øll, sambært útlendsku miðlunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo