Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tónleikur

Svein í Prestgarði, er í hesum døgum í USA og tekur upp  sína triðju fløgu.

Eins og við teimum báðum fyrru fløgunum, sum komu ávikavist í 2015 og 2016, so verður hendan eisini tikin upp í Crossroads Studios, í Arden NC.  Sera dugnaligir tonleikarar, undir leiðslu av Jeff Collins, koma at spæla á fløguni.

Stílurin verður tann góði melodiski country tónleikurin, sum Svein er kendur fyri. Góð løg, við góðum føroyskum, andaligum tekstum.

Svein leggur dent á, at endamálið við fløguni, er at koma út við gleðiboðskapinum um Jesus. 

Ferðalagið telur 9 fólk, sum hesa vikuna hugna sær Nashville. Sunnudagin verður fari víðari til Arden NC, har upptøkurnar til fløguna byrja mánamorgunin 5 aug. 

Ætlanin er at fløgan skal koma út áðrenn jól.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo