Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Reinsaríið: Sunnukvøldið kl. 20 verður konsert við fólkakæra gospelsangaranum Sveini í Prestgarði.

Sveinur byrjaði sum heilt ungur at spæla tónleik, men vit kenna hann serliga fyri sín bersagda gospeltónleik. 

Tað var eftir, at Sveinur í 2002 fekk eitt kall, at hann legði lívið um og sæst hetta týðiliga aftur í seinnu útgávum hansara. Ein nýggj útgáva er í huga, og verður hon helst framleidd í heyst í USA.

Fyrireikararnir bjóða øllum vælkomin á kosert sunnukvøldið kl. 20. Ókeyps atgongd.

Konsertin verður stroymað á evr.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo