At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Tónleikur

Svenskur radiovertur vil hava ein árligan festival, har kvinnur kunna kenna seg tryggar.

Og hugskotið fær jaligar viðmerkingar.

Emma Knyckare skrivar á Instagram, at støðan er tikin og at hon nú fer undir saman við øðrum at savna fólk saman at stíla fyri.

- Næstu summar verður fyrsti mannfólkatómi rockfestivalurin í Svøríki, skrivar hon.

Hon sigur við svenska SVT, at ”heilt nógvar” - alt frá reingerðafólkum til tónleikarar - hava boðað henni frá, at tær hava hug at vera við, skrivar danska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo