Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ein maður er dømdur treytaða fongsulsrevsing í níggju mánaðir og eina bót uppá 1,2 milliónir krónur fyri at hava snýtt í skatti í tíðarskeiðnum 2009-2014.

Eyðun Mørkøre, stjóri hjá TAKS, sigur við Kringvarpið, at talan er um tann størsta dómin av sínum slag í søguni hjá TAKS.

Maðurin játtaði seg sekan og hevur goldið skattin, sum hann skyldaði. Hann skal tó framvegis rinda somu upphæddina, sum hann varð dømdur fyri ikki at hava givið upp til skattingar, í bót - t.e. 1,2 milliónir krónur.

Hoyr samrøðuna við Eyðun Mørkøre her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo