At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Innlendis ítróttur

Á myndini: Rúna, Kristina, Ronja Ró, Bjørg, Maria, Niklas Jógvan, Jónas, Høgni, Jóhannis (Erling manglar á myndini)

Síðsta vikuskiftið kappaðust níggju yngri svimjarar úr Havnar Svimjifelag í vælumtóktu svensku svimjikappingini LH Games á langgeil í Landskrona.

Útivið 500 svimjarar luttóku í hesi kappingini, ið verður kallað ein endakapping, áðrenn svimjararnir fáa nakrar vikurs summarfrí.

Føroysku svimjararnir svumu seg til íalt tíggju heiðursmerkir í einstaklingagreinunum og eitt heiðursmerki í liðkappingunum.

Kristina í Skála vann fimm gull og eina bronsu í bólkinum 13-14 ár. Erling Erlendsson vann eina silvur í bólkinum 11-12 ár.

Í bólkinum 15-16 ár vann Jónas Lindenskov Schiller tvær bronsur, Ronja Ró í Dímun eina silvur og Niklas Jógvan Arge eina bronsu.

Í liðkappingini í bólkinum 15 ár og eldri vann HS-liðið hjá kvinnum bronsu í 4x50 m frí og settu føroyskt met.

Á liðnum svumu Bjørg Ólavsdóttir, Ronja Ró í Dímun, Maria Suma Poulsen og Kristina í Skála.

Høvuðsvenjari er grikkin Panagiotis Christou, sum í hesum døgum er ein av landsliðsvenjarunum við Oyggjaleikirnar á Gibraltar. Venjari á ferðini var Rúna í Skála.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo