Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Meðan lagt verður um til nýggjastu orkutøkni í svimjihøllini í Gundadali, so ber til hesar dagarnar hiðani og til jóla at koyra sjálvur ella taka bussin í svimjihøllina í Kollafirði.

Svimjihøllin í Gundadali verður umvæld við nýggjari ljóstøkni o.ø. Hon letur tí aftur seinnapartin í dag.

Arbeiðið skal ganga skjótt, tí latið verður uppaftur longu 3. jóladag, tann 27. desember.

Meðan arbeiðið fer fram eru allir svimjarar vælkomnir at brúka frálíku svimjihøllina í Kollafirði.

Svimjihøllin í Kollafirði er opin hesar tíðir:
 Mánadag, mikudag og fríggjadag: kl. 16 - 20
 Frá kl. 16 - 18 børn og vaksin saman við børnum
 frá kl. 18. 18.45 børn sleppa inn saman við vaksnum
 frá kl. 18.45 - 19.45 motiónssvimjing - fyri tey, ið svimja longdir
 frá kl. 19.45 - 20.00 vaksin

Øll skulu vera úr hylinum í seinasta lagi kl. 20.30 og úr svimjihøllini kl. 21.

Sunnudag: kl. 9 - 10
Øll skulu vera upp úr hylinum kl. 10.30 og úr svimjihøllini kl. 11.

Gevið gætur:
Svimjihøllin í Kollafirði fylgir frítíðunum hjá skúlanum, tvs. at hon er stongd, tá ið skúlin hevur frí.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo