Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Nú verður farið undir at gera neyðugar umvælingar í svimjihøllini í Gundadali. Vegna umvælingarnar er svimjihøllin stongd allan dagin frá mánadegnum 9. apríl.

Umvælingin fer at taka einar 14 dagar ella longri. Boðað verður frá, tá ið opið verður aftur.

Tá ið svimjihøllin letur uppaftur, eru gomlu skiftiskápini skift út og nýggj snotilig skáp eru sett upp.

Harumframt verða eisini gjørdar ymiskar tekniskar ábøtur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo