Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ikki færri enn tríggjar ferðir noyddist politiið í Svøríki út at sissa stórar fólkahópar, sum av einihvørjari orsøk vóru komin í hornatøkur. Í øllum trimum førunum var talan um fólk, sum so ella so vóru komin til ilnar og har rúsdrekka var uppi í leikinum.

Fyrsti tilburðurin var á einum rastiplássi nakað uttanfyri Nyköping, har 30 fólk, sum vóru farin úr bussinum eina løtu, blivu álopin av 60 sonevndum hooligans. Annar tilburðurin var uttanfyri Gävle við Stokhólm, har fólk fóru til hendurs eftir eina konsert. Og í triðja førinum vóru tað eini 100 full fólk sum fóru til hendurs uttanfyri eina matstovu í Göteborg.

Aftonbladet skrivar, at ongin er settur fastur, men nøkur fólk eru skuldsett fyri brot á politiviðtøkurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo