Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

- Vit verða minniluti í egnum landi, sigur floksskrivarin hjá Svøríkidemokratunum, Richard Jomshof, sum eisini er limur í Ríkisdegnum. Hann hevur lagt fram uppskot um at hava fólkaatkvøðu, har sviar skulu spyrjast, um teir vilja hava ein strammari ella ein linari innflytarapolitikk.

Richard Jomshof sigur, at hóptilflytingin oyðileggur vælferðarsamfelagið og er um at gera sviar til minnilutar í egnum landi, skrivar tíðindastovan TT.

Flokkurin hevur eisini lagt fram uppskot um at leggja hald á virðislutir hjá tilflytarum. Ognirnar skulu brúkast til at fíggja uppihaldið hjá teimum í Svøríki.

Svøríkidemokratarnir fingu 62 sessir á ríkisdagsvalinum, men hvørki tey borgarligu ella sosialdemokratarnir vilja samstarva við teir, hóast tað stendur í botni og onki røkist fyri at Svøríki fær nýggja stjórn eftir valið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo