Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

John Kjærbo eystan Á skrivar: Mánakvøldið 29. maj 1961 kom danska fregattin Niels Ebbensen, undir leiðslu av kommadørkapteyni Eugen T. Sølling, fram á skotska trolaran A 240 Red Crusader, sum royndi norður vestur úr Mýlingi, 0,7 sjómíl innan fyri markið.

Trolarin var biðin um at steðga, men skiparin læt ikki við seg koma, hóast tekin vóru givin bæði við morsulampu og sirenu. At enda valdi Sølling at skjóta ávaringarskot. Skotið varð við 40 mm. kanónini - leyst skot – og tá steðgaði hann alt fyri eitt.

Skipari á Red Crusader var tann avgjørdi og dunaligi fiskiskiparin Ted Wood, sum reypaði sær av, at hann ongantíð hevði fiskað ein stert uttan fyri markið. Ein í so nasadjarvur pástandur. Teddy Wood varð nú førdur umborð á Niels Ebbensen til avhoyringar, har hann viðgekk, at hann kanska hevði verið eitt sindur innanfyri, og at orsøkin til tað var, at fløkja var komið í trolið. Avrátt var nú, at skipini skuldu fylgjast til Havnar, har sakin skuldi koma fyri rættin.

Prisumanningin (t,e manning sum set verður umborð á  handtikin skip) var nú sett umborð á Red Crusader, undir leiðslu av loytnanti H. Bech og korporali Kropp. Hetta var fyrstu ferð at prisumanningin var óvápnað. Orsøkin til, at prisumanningin var óvápnað, var, at Sølling hevði havt fund í apríl sama ár við leiðaran á tí bretska fiskiveiðieftirlitinum í Norðuratlantshavi, har hesin hevði fýlst á, at danir  altíð komu umborð á bretskar trolarar vápnaðir til tenninar, sum um tað skuldi verði kríggj, og tað var illa dámt av trolaramonnunum. Hann hevði tí heitt á Sølling, um  bert at seta óvápnað fólk umborð á bretsku trolararnar, og Sølling var gingin áheitanini á møti. Sølling var ikki greiður yvir, at í hesum førinum hevði hann við ein mann at gera, sum hevði eina sterka persónmensku og hevði nakað av  sjórænaralyndi í sær. Men sum leikur fór, komu Sølling og aðrir at sanna, at hetta var ein maður út yvir tað vanliga. Hevði Sølling kent meira til Ted Wood, hevði prisumannangin verið nakað størri og vápnað. Undir 2. Veraldarbardaga gjørdi Ted Wood tænastu hjá Royal Naval Reserve, umborð á vápnaðum trolarum í Norðsjónum; av tí sama var hann ikki ókendur við, hvussu sjóverjan arbeiddi. Siglt var nú suður í gjøgnumVestmannasund, og alt gekk sum tað skuldi.

Í stýrhúsinum á Red Crusader eru Bech loytnantur og Kropp korporalur, saman við Ted Wood skipara. Wood skipari spyr nú loytnantin, um hann vil taka vaktina, so at hann kann fara at raka sær og skifta klæðir. 10 minuttir seinni er Wood aftur á brúnni, nýrakaður og í góðum klæðum, klárur at fara í rættin.

Red Crusader stingur av
Tá skipini eru komin suður á Kirkjubønes og skulu til at snara norður í Nólsoyarfjørð, sigur Wood skipari við loytnantin, at hann vil ikki inn á Havnina og biður hann geva Niels Ebbensen boð um hetta. Loytnanturin heldur, at Wood meinar, at hann ikki vil inn í sjálva havnina tvs. at bryggju. Hann fer nú inn í radiorúmið, sum er aftan fyri brúnna, fyri at kalla á N. Ebbensen at geva honum boðini. Korporal Kropp var tó verandi á brúnni saman við Wood. Tá loytnanturin er liðugur at tosa við N. Ebbensen og skal fara fram aftur í stýrhúsið, er hurðin læst. Loytnanturin er nú greiður yvir, at hann er innilæstur. Óvápnaður, sum hann var, kundi hann ikki skjóta lásið upp. Áðrenn loytnanturin var farin aftur í radiorúmið, hevði hann ikki havt varhugan av, at Wood vildi flýggja. Hann sá nú, at trolarin broytti kós og setti fulla ferð á suðuryvir, uml. 11 míl. Loytnanturin var skjótur at kalla á N. Ebbensen og greiða frá, hvussu støðan var. Hann royndi nú at banka á hurðina, men ongin lætst um vón.

Ted Wood hevði alla tíðina verið á brúnni og saman við honum Kropp. Korporalurin hevði ikki bitið merki í, at loytnanturin var farin inn í radiorúmið, men nú var hann varugur við, at loytnanturin var innilæstur. Nú fekk hann boð frá Wood skipara um at fara niður í messuna, har hann kundi fáa ”a nice cup of tea“ og at hann skuldi fylgjast við 4 av trolaramonnunum, sum  komnir vóru upp á brúnna til at fylgja honum niður í messuna. Har var onki at gera uttan at líða boðini. Komnir niður í messuna bleiv korporalurin biðin um at seta seg niður við borðið, og tað sama gjørdu trolaramenninir. Teir vóru bæði blíðir og tíðir og í góðum lag; spurdu nógv um N. Ebbensen, og hvussu skjótt hann kundi sigla. Tað svaraði Kropp ikki uppá. Eisini var hann spurdur, um hann hevði verið í Aberdeen. Kropp svaraði noktandi. Tá fekk hann at vita, at tað kom hann at uppliva á hesum túrinum.

Niels Ebbensen skjýtur við skørpum
Samstundis sum loytnanturin greiðir manningini á N. Ebbensen frá støðuni umborð á Red Crusader, varnast teir umborð á fregattini, at trolarin setir kós suðuryvir, og at hann setir ferðina upp.

Niels Ebbensen setir nú eisini ferðina upp, og tað er skjótt, at teir eru við síðuna av Red Crusader. Roynt var nú at koma í samband við trolaran, men Ted Wood vildi ikki lata við seg koma, hóast Sølling uttan íhald royndi at fáa samband við trolaran. Tá samband ikki fekst við trolaran, valdi Sølling at skjóta, og var hetta aðru ferð, at skotið var sama dag. Fyrst var skotið ávaringarskot; eftir tað var skotið við skørpum við 40 mm. kanón, og eftir tað eisini við maskinbyrsu. Nú hoyrdist røddin á Ted Wood gjøgnum radiotelefonina, sum kravdi at Royal Navy vardi brekst fiskiskip ”in high sea”.

Í fylgi altjóða lóg  kann eitt vaktarskip jagstra ein lógbrótara til hansara egna sjómark. Hetta verður kallað jagstran in continenti; tó skal vaktarskipið yvirhalda nakrar altjóðareglur um rættarskipan á havinum. N. Ebbensen kundi sostatt fylgja R. Crusader til bretska markið. Umborð á trolaranum hevði loytnanturin áhaldandi samband við vaktarskipið. Hann var jú stongdur inni saman við radiotólunum. Hann var alla tíðina kunnaður um, hvussu hann skuldi fyrihalda seg, meðan skotið var.

Red Crusader var raktur í skrokkin av fleiri skotum, serliga har frammi á bógnum. Eisini var radaramasturin rakt og datt niður. Fyri hvørt hol, sum kom í skrokkin, blivu neyðarópini frá Wood harðari og harðari. At enda var hann hoyrdir av tveimum bretskum herskipum H. M. S. Troubridge og H.  M. S. Wotton. Bæði skipini fingu nú boð frá Admiralitetetinium í London um at fara Red Crusader til hjálpar.

Sølling kommandørkapteinur hevði onki ímóti, at tey bretsku herskipini komu upp í leikin, tí eftir galdandi reglum skulu tey í slíkum føri hjálpa til at fáa lógbrótaran at lýða boðini frá vaktarskipinum, í hesum føri N. Ebbensen, so sakin kundi koma fyri rættin. Sølling hevði allar grundir til at halda, at Royal Navy vildi fylgja hesum reglum, men her fór hann skeivur.

Tá skipini møttust, var lagt stilt. Sølling hevði ein fund við skiparan á H. M. S. Troubridge, sum komin var umborð á Niels Ebbensen til at skifta orð um støðuna. Hann hevði ikki varhugan av, at teir ikki vildu fylgja galdandi reglum.

Samstundis sum fundurin var í millum teir báðar skipararnar, var ein bretskur heryvirmaður frá Troubridge fluttur umborð á Red Crusader. Hann læt loytnantin og korporalin fáa at vita, at tað vóru boð um, at teir skuldu umborð aftur á Niels Ebbensen. Loytnanturin átti at havt kannað, um boðini vóru røtt, áðrenn hann fór av Red Crusader, tí hesi boðini høvdu somu merking, sum boðini Admiral Nelson gav tí danska krúnprinsinum í sjóbardaganum á “Reduni” í 1801 Hetta var jú alt tann reini sjónleikur..

Sølling var ikki blíður, tá prisumanningin kom umborð aftur á verjuskipið, og hann kravdi, at teir skuldu umborð aftur á Red Crusader í stundini. Skipararnir á teimum bretsku herskipunum boðaðu frá, at teir fingu ikki yvirtala Ted Wood til at taka prisumanninga umborð aftur, og teir vildu ikki nýta makt til at seta fólk umborð aftur á Red Crusader.

Sølling var nú komin í eina pínliga støðu. Óbeinleiðis hjálptur av teimum bretsku herskipunum kundi Red Crusader nú halda leiðina fram til Aberdeen, tí eftir at prisimanningin var lumpað av trolaranum, var ikki so nógv at gera. Niels Ebbensen helt tó leiðina fram til tað bretska markið uttan fyri Aberdeen. Hetta var gjørt eftir boðum frá danska Uttanríkisráðnum fyri at gera galdandi rættarsókn móti Ted Wood.

Ted Wood móttikin sum hetja í Aberdeen
Komin til Aberdeen var Red Crusader fagnaður av stórari mannfjøld og skiparin Teddy Wood heiðraður sum ein sonn frælsishetja. Veiðan var seld fyri £.1500. Hópur av blaðmonnum og sjónvarpsfólki var eisini komið aðrastaðni frá úr landinum fyri at síggja og hoyra um ógvusligu hendingina í Norðuratlantshavi, og dagin eftir bóru bløðini myndir og drúgvar greinir um hepna bragdið, ið gjørt var. Bæði bløðini og eisini umboð Arbeiðarafloksins í Parlamentinum vóru hørm um, at Niels Ebbensen skuldi hava skotið við skørpum og skatt skrokkin á Red Crusader, og tey kravdu mótmæli framda av Stjórnini eins og fulla samsýning frá Danmark. Einasta blaðið, sum tyktist hava hylling á tí, sum veruliga var hent, var Times, sum ikki helt, at tað var vert at gera so stóran háva burtur úr Teddy Wood, sum veruliga ikki hevði útint annað enn frekt brotsverk.

Eftir at Wood skipari var heimkomin til Aberdeen, fór hann í hernað móti føroyingum. Hann royndi av øllum alvi at fáa skipsfelagar í parti við sær, við at krevja bann sett ímóti framtíðarlandingum av fiski í Aberdeen frá føroyskum og donskum skipum. Hetta skuldi vera hevnd fyri, at hann var tikin fyri ólógligan fiskiskap.

Tað eydnaðist Teddy Wood at koma á tal við fleiri skiparar úr Aberdeen, ið vanliga royndu við Føroyar, men hóast summir tyktust at vera samdir við Ted um ætlan hansara, hildu kortini teir flestu, at hendan ætlan ikki fór at bera til. Ein hin fremsta orsøkin var tann, at teir í Aberdeen høvdu ov stóran peningaligan vinning av føroysku og donsku landingum til, at tað fór at loysa seg at leggja seg út í eitt handilskríggj við føroysku og donsku skipini. So ætlan Teddy Woods datt niður fyri.

Tedy Wood var annars kendur í Føroyum. Hann hevði áðrenn hesa hending fingið bót fyri ólógliga at hava selt skotsk seyðarhøvd til føroyingar.

Sølling heiðraður í Føroyum
Tilburðurin við Red Crusader gav Sølling kapteini stóra virðing í Føroyum, og Landsstýrið gjørdi av at heiðra hann við silvurmerkinum ”Bundin er bátleysur maður”. Grundgevingin, ið Landsstýrið nýtti, var at vísa landsins virðing fyri honum, og fyri at hann hevði útint ídna sjóverju undir Føroyum. Fremst í huganum hjá Landsstýrinum man hava verið skjóti atburður Niels Ebbensens, móti fiskitjóvinum Red Crusader

Málið lagt fyri í Haag
Málið kom ikki fyri sjálvan dómstólin, men var lagt fyri eina kanningarnevnd hjá dómstólinum. Onglendingar taptu ikki sakina, men teir vunnu hana heldur ikki. Tað gjørdi heldur ikki Danmark/Føroyar At síggja til var sól og vindur býtt líka. Hendingin var ikki viðgjørd sum nakað sakarmál, men var bara viðgjørd av kanningarnevndini.

Kanningarnevndin í Haag kom til hesa niðurstøðu: Tað kann staðfestast at, Red Crusader var innan fyri mark. Tað kann somuleiðis staðfestast at hann hevði trolið úti, men tað kann ikki staðfestast, at hann fiskaði. Nevndin kom eisini til tað niðurstøðu, at Niels Ebbensen átti at nýtt annan framferðarhátt enn at skjóta. Serstakliga var tað nýtslan av maskinbyrsu, ið fekk átalu. Umborð á einum rullandi skipi er ikki lætt at hava tamarhald á slíkum vápni, staðfesti nevndin, og í ramasta álvara meinti ein av nevndarlimunum, at Niels Ebbensen kundi siglt fram um Red Crusader og kasta ein trossa út, so trolarin kundi fingið trossan um skrúvuna.

Johan Nielsen tekur til orðana í Fólkatinginum
Tað var kortini ein persónur, sum ikki tók alla niðurstøðuna hjá nevndini fyri fult, og tað var  presturin og fólkatingsmaðurin Johan Nielsen. Hann setti hendan spurning í fólkatinginum til verjumálaráðharran Poul Hansen. Tingið var stúgvandi fult. Allir vildi hoyra, tá presturin var á talarastólinum.

“Hr. minister, det er blevet sagt i Haag, at det kunne bevises, at Red Crusader var inden for grænsen - det kunne også bevises, at han havde trawlet ude, men hr. minister, det kunne ikke bevises, at han fiskede. Se, hr. minister, jeg er præst, men jeg er også gammel fisker, og når vi havde trawlet ude, var det for at fiske og ikke for at spille billiard”. Hele tinget morede sig, men Johan Nielsen fortsatte med sin karakteristiske accent: “Man sagde også i Haag, at Sølling skulle have brugt andre midler - jeg spørger hr. minister, hvilke midler? Skulle han have lassoet Ted Wood, eller skulle han have vendt sine højtalere mod ham og sunget “Oh dearest darling come back to me” - eller skulle han have fyldt sin fregat med ”nam-nam piger" og kastet en ud hvert femte minut for at friste skotten?” Hele tinget sydede af morskab, da  Færøpræsten gik ned af talerstolen.

Søgan um at endurtaka seg
Fyrst í desember 1974 var verjuskipið Hvidbjørnen á vitjan í Aberdeen. Tá slíkar vitjanir eru, er almenningurin altíð væl komin umborð. Ein av teimum vitjandi var Tedy Wood og saman við honum hópur av fjølmiðlafólki. Eftir tí sum sagt verður, reypaði hann ikki sørt. Áðren hann fór í land aftur saman við øllum fjølmiðafólkunum, hevði hann á orði við teir á Hvidbjørnen um at heilsa sær soninum, sum teir nokk komu at møta á fiskimiðunum við Føroyar. Heilsuna fekk yngri Wood  bert nakrar dagar eftir, tá Hvidbjørnen var komin aftur í føroyskan sjógv, men á annan hátt, enn gamli Wood  hevði hugsað sær.

Leygardagin 7. desember 1974 kom Hvidbjørnen fram á Aberdeen-trolaran Scottish King, sum trolaði 0,7 fjóring innan fyri fiskimarkið. Av verjuskipinum var fólk sett umborð á trolaran. Skiparin á trolaranum var førdur umborð á verjuskipið til fundar við skiparan á Hvidbjørnen. Tað vísti seg, at skiparin á Scottish King var George Wood, sonur Ted Wood. Sjálvandi fekk hann heilsuna frá pápanum, men annars var gjørt honum greitt, at hann hevði fiskað innan fyri fiskimarkið, og  hann var biðin um at fylgja við til Havnar.

George Wood vísti seg at vera ein treiskur maður, so hann segði nei at sigla til Havnar. Umborð á Hvidbjørnen var avgerð tikin um at seta fast á trolaran og sleipa hann til Havnar, hagar skipini komu dagin eftir.

Sama dag kom málið fyri í Føroya rætti. Skiparin á Scottish King, 42 ára gamli George Wood, viðgekk seg sekan og segði, at hann alt sítt lív hevði fiskað undir Føroyum, harav 18 ár sum skipari. Við Scottish King hevði hann bert verið skipari 2 túrar frammanundan, og  hetta var tann triði.

George Wood var av Føroya rætti dømdur at gjalda 50.000 kr. í bót fyri at hava trolað ein hálvan fjórðing innan fyri 12 fjórðinga fiskimarkið norðan fyri Fugloynna. Harumframt misti trolarin veiðu og reiðskap.

Heimildir
Dimmalætting
Atlantsejlerne-Per Herholdt Jensen
Færøerne
Mine Fædres Land – Kaj Nolsøe Bang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo