Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Líka síðani tosa bleiv um at avtaka veiðuloyvi, havi eg gjørt vart við, at tað kom ikki longur at eita vinna, tí tað fór at koma speklatión í staðin. Vit hava staðfest, at soleiðis er.

Alt 2016 og 2017 tosaði eg um tað sera óhepnu avleiðing av, at veiðuloyvi blivu loyst frá stálinum. Víst var ferð eftir ferð á, at hetta var ein skipan, ið hóskaði best í londum, sum vit ikki vildu samanberast við.

Gjøgnum hesi bæði árini hevði eg nógvar fundir við Fiskimálaráðharran og hansara ráð, uttan at tey fluttu seg tað allar minsta. Tí var eg noyddur at leggja eitt ávíst trýst á, fyri at bjarga tí, ið bjargast kundi, tí tað var stórur vandi fyri, at fiskivinnan var skotin langt aftur í tíðina.

Eg fór í staðin eftir løgtingsmonnum. Hesir byrjaðu so spakuliga at flyta seg. At enda bar hetta frukt við sær, tí fleiri víðgond uppskot fullu. 

Eg strídst við at tosa við tingfólk til tað seinasta, tí eg skilti hvussu álvarsamt tað var, um veiðuloyvini fullu burtur. Ein løtu sá tað út til, at tað fór at lukkast mær, at fáa ein meiriluta fyri, at veiðuloyvini ikki blivu tikin av stálinum. Tí partar av samgonguni høvdu skilt boðskapin, og tóku ikki undir við, at veiðuloyvi blivu drigin inn.

Tað var tí við stórum spenningi eg fór í Tingið tá 3. viðgerð kom fyri. Hóast eg royndi til tað seinasta, bleiv lógin um sjófeingi samtykt, tí fleiri tingmenn kendu seg tryggar við, at grein 51. í lógini fór at binda fyri, at manningar ikki fóru at koma í tað støðu teir eru í nú.

Tað er ikki nokk bara at fáa ein sáttmála, vit skulu eisini hava eina lóg at arbeiða undir, sum virðir okkara grundleggjadi rættindi. Eg kundi ikki funni uppá at sagt, at henda lógin er komin fyri at vera. Tí tað er hon als ikki.

Vit fara eftir einum góðum sáttmála, og hann fara vit at fáa. Men tað er ikki sáttmálin í sær sjálvum, sum atvoldin til hendan ruðuleikan, tað er lóggávan, sum hevur gjørt seg inn á okkara sáttmálaviðurskifti.

Tí harmar tað sera nógv, at menn, ið bjóða seg fram, ikki hava nakra sum helst visión um, at fáa lógina broytta, so at hon er til at arbeiða undir. 

Hesir menn, nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag, skjóta sít egna felag niður, meðan samgongan, sum hevur gjørt lógina, er totalt friðhalga. Hesir menn halda uttan iva, at alt tað, sum samgongan ger, er í fínasta lagið. 

Jan Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo