Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Krutl

Skúlablaðið: Ung, sum stúra fyri, at foreldrini fara hvør til sítt, skora lægri enn onnur ung á sokallaðu trivnaðarparametrunum. Tey tosa sjáldnari við nakran, um tey hava trupulleikar, stúranir og sorgir. Harumfram føla 40 prosent av teimum ungu, sum hugsa ofta um hjúnaskilnað, seg altíð ella av og á einslig. Sama er galdandi fyri 21 prosent av teimum ungu, sum sjáldan hugsa um hjúnaskilnað.

- Tørvur er at varpa ljós á hesi ungu, sum ganga við tungum tankum um, at foreldrini fara hvør til sítt. Foreldur eiga at hugsa um, hvat tað ger við børnini, at tey skeldast, og so fari eg at heita á onnur vaksin, til dømis lærarar og námsfrøðingar, um at tosa við barnið, um tey hava varhugan av, at okkurt er áfatt, sigur Per Larsen, formaður í danska Barnaráðnum.

Svarini frá teimum ungu vísa, at tey flestu koma úr góðum heimum, har stemningurin dagliga er góður. 7 prosent av teimum ungu halda tó, at tað er ógvuliga vánaligur ella vánaligur stemningur heima.

Stemningurin hongur saman við, hvussu nøgd og glað tey ungu eru: 43 prosent av teimum ungu, sum halda, at stemningurin dagliga er ógvuliga vánaligur ella vánaligur, vísa seg at vera illa nøgd og lítið glað, meðan tað sama er galdandi fyri 12 prosent av teimum ungu, sum halda, at stemningurin heima er ógvuliga góður ella góður.

- Tað kunnu vera nógvar grundir til, at stemningurin heima er vánaligur. Summi skulu kanska gera sær greitt, um gerandisdagurin er ov strongdur. Samstundis heita vit á politikararnar at taka á seg ábyrgdina at skapa betri kor fyri barnafamiljurnar. Tað kann geva familjunum ta tíð, sum skal til fyri at skapa tryggar karmar um børnini, sigur Per Larsen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo