Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

BirkBlogg: Á ólavsøku savnast tjóðin. Ein aftan og ein dagur. Tað mest áhugaverda hesar báðar dagar er at møta útlendingum, sum spyrja. Og so skalt tú siga, hvat hetta er fyri nakað. Tað er ein avbjóðing, men eisini ein roynd í skaldskapi. Tí enn er tjóðin bara skaldskapur. Men í mínari tíð og mált við mínari alin, er tað avgjørt nóg mikið. Føroyar eru ein so rík skaldskaparlig fiktión, at á ólavsku eri eg politiskt nøgdur eins og øll onnur, óansæð politiskan observans. Øll savnast undir Merkinum í høvuðsstaðnum, eins og tey gera úti um landið, tá flaggdagur er.

Si fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo