Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Donald Trump hevur eftir tveimum árum í Hvítu Húsunum fingið alla heimsskipanina at ridla. Hann hóttir systematiskt allan tryggleika, vælstand og støðufesti í Vesturheiminum, sum er bygt upp ígjøgnum nógv ár síðani seinna heimsbardaga. Og í veruleikanum eiga vit í Evropa ikki at kenna okkum so trygg longur. 

Tað halda fleiri fyrrverandi danskir uttanríkisráðharrar og aðrir serfrøðingar, sum Jyllandsposturin hevur tosað við á tvey ára degnum fyri, at Donald Trump tók við valdinum í heimsins máttmiklasta landi.

- USA hevur sjálvt verið við til at skapa henda heimsordanin, sum vit kenna, og Donald Trump er í veruleikanum við at niðurbróta tað, sum vit kalla vesturheimin, sigur fyrrverandi uttanríkisráðharrin úr Vinstra, Uffe Ellemann Jensen.

Eisini Per Stig Møller, fyrrverandi danskur uttanríkisráðharri úr Konservativa flokkinum, heldur nógvar orsøkir vera til at stúra. Og hann heldur ikki, at Evropa longur kann rokna við USA.

- Evropa er viknað heilt munandi, og Russland situr bara og bíðar, til NATO er farið í hundarnar, sigur Per Stig Møller. Hann heldur, at Evropa noyðist at síggja veruleikan í eyguni og fyrireika seg til at standa á egnum beinum og ikki taka hjálp úr og samstarv við USA sum nakra sjálvfylgju.

- Tíverri er hetta ikki nakað sum fer at hvørva, tá Trump ikki longur situr við valdinum. Tað er eitt rák sum er í amerikanskum politikki, og sum eg stúri fyri fer at halda fram, eisini aftaná Trump, sigur Per Stig Møller.

Donald Trump skal í seinastuni fleiri ferðir hava sagt við sínar næstu ráðgevar í Hvítu Húsunum, at USA eigur at taka seg úr NATO. Og tað eigur at fáa sveittan fram á pannuni hjá okkum í Vesturevropa, heldur Henrik Breitenbauch, sum er leiðari á deildini fyri hernaðargransking við Universitetið í Keypmannahavn.

- Tað er ein kensla av dárskapi og vansketni uppi í tíðini. Ein manglandi kensla av álvaranum í okkara søgu. Kanska tí at nógvir av núverandi politikarunum ikki kenna nakað stórvegis til kalda kríggið, sigur hann. 

-Vit hava tikið okkara friðarliga samfelag her í Vesturheiminum fyri givið síðani heimsbardagan. Trump setur spurnartekin við alt hetta, og tað er ikki sørt skakandi, sigur hann. 

kelda: jp.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo