Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Tað er í kvøld at klokkan skal flytast. Ítøkiliga er tað klokkan tvey at hon skal flytast ein tíma aftur, so hon verður eitt. Vit fara frá summartíð til vetrartíð, ella bara til vanliga tíð, soleiðis sum hon var áðrenn vit byrjaðu at flyta klokkuna.

Tað hevur verið frammi at avtaka summartíðina. Til dømis spurdi Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, um hesa tíðina í fjør, løgmann, um tað er nøkur orsøk til at flyta tíðina aftur og fram sum vit hava gjørt síðani 1980.

Løgmaður segði tá í sínum svari, at honum kunnugt vóru vansarnir við summartíð ikki nógvir, tá summarhálvan í Føroyum er so ljós samanborin við Evropa.

- Hesi 37 árini, sum summartíð hevur verið ásett, hevur landsstýrið ikki fingið fráboðan um serligar vansar av at brúka summartíð, segði løgmaður tá.

Kanska ber til at siga, at júst í kvøld eru fyrimunirnir fleiri enn vansarnir við at hava summartíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo