Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

1 1/2 tíma aftaná at niðanfyristandandi grein varð løgd út, varð marknaðurin opin aftur og vit fingu loyvi at landa uttanlands.

Trýst her  https://www.facebook.com/Jonhard-Danielsen-Fólkaflokkurin-358058228142436/?modal=admin_todo_tour  

Hetta gjørdi, at prísurin hækkaði. Í Føroyum fór hann frá kr. 1,75 til áleið kr. 1,95. Uttanlands var prísurin kr. 2,22.

Sigast skal, at fleiri skip, eftir at loyvi varð givið at landa uttanlands, hava fingið eina meirinntøku, sum svarar til ein heilan túr í kvotu (tons), umleið kr. 4 mill.

Fyrsta árið fiskivinnunýskipanin var í gildi, fingu vit ikki fiska kvotuna upp, tá fiskurin kom inn í føroyskt øki, grunda á bíðitíð uppá landing og prísurin var harafturat vánaligur. 

Verður kr. 1 tikin við fyrsta lið, so mangla umleið kr. 4-5 longur uppi í skipanini.

Soleiðis spjaðast ringvirkningarnir út í hvønn krók í landinum.

Eitt nú vísir myndin, hvussu næsta lið, sum her er MEST og teirra arbeiðsfólk, sum so aftur rinda skatt, fáa hjólini at mala. 

Fiskivinnulóggávan eigur at justerast beinanvegin, so hon er til gagn fyri okkum øll.

Fakligheitin, so sum, fíggjarheimurin, vinnan og manningarfeløgini, mugu hoyrast.

Línuflotin á Flemish Cap, sleppur heldur ikki at landa har yviri, uttan undantaksloyvi.

Hetta vita kanadiarir og landingarprísurin verður hareftir.

So verður fiskurin fraktaður hendanvegin, og síðan seldur yvir aftur til USA. 

Omma plagdi at taka til, at tað var ikki vanligt at fara yvir um ánna eftir vatni, men tað er tað so í hesum førum.

Fiskivinnan skal justerast til frama fyri Føroyar og ikki til frama fyri onnur lond. 

Latið okkum standa saman til løgtingsvalið og velja Fólkaflokkin inn á ting.

Jonhard Danielsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum

til løgtingsvalið 2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo