Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Tiltøk

Cøliakifelag Føroya: Mánakvøldið 9.apríl fer Trond Sundby Halstensen, professari í immunologi og serfrøðingur í cøliaki at halda almennan fyrilestur í Smæruni Havn. Hann fer at tosa um nýggjastu vitanina um cøliaki og um avleiðingarnar av glutenviðkvæmi. Eisini fer hann at tosa um fólkascreening, diagnostiskar møguleikar og feilkeldur. At enda fer hann at lýsa hvørjar avbjóðingar kunnu vera, um ein ikki gerst heilt frískur av glutenfríum kosti. Høvi verður at seta spurningar.

Trond Sundby Halstensen er virðisløntur immunologur, kendur fyri gransking sína í glutenviðkvæmi (cøliaki). Hann hevur millum annað starvast sum yvirlækni í allergologiskari immunologi á Statens Institutt for Folkehelse, og er í dag professari í immunologi á fakultetinum fyri orala biologi á Universitetinum í Oslo.  

Á leið 100 føroyingar hava fingið staðfest glutenviðkvæmi (cøliaki), men sannlíkt hava nøkur hundrað afturat hava sjúkuna, uttan at hava fingið hana staðfesta. Hetta byggir á tær metingar, sum gjørdar eru í grannalondum okkara av, hvussu stórur partur av fólkinum hevur glutenviðkvæmi. Cøliakifelagið metir, at stórur tørvur er á at fáa meira vitan fram um sjúkuna, og er tí sera fegið um at tað er eydnast at fáa norska professaran hendanvegin. 

Cøliaki – Soleiðis gerst tú er bóklingur, sum felagið gav í fjør, og verður hesin eisini at fáa á tiltakinum mánakvøldið.

Fyrilesturin, sum er almennur verður í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn, mánakvøldið 9. apríl klokkan 19.00.

Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo