Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Nú eru teir so langt úti í tí kyklopiska HØGNA-varpinum, at teir hava noktað at upptaka eina grein frá sjálvum formanninum í tí føroyska Fiskimannafelagnum.

Er tað nakran, sum varparar áttu at havt samrøðu við, so er tað júst hetta fakfelagið.

Men felagið verður lopið um, og greinin verður censurerað burtur, tí hon ikki stuðlar fiska-ministaranum. So grova framferð móti tí fría orðinum, hava vit ikki sæð í Norðureuropa, síðani Sovjett-tíðina!

Slíkur censurur sømir seg bara einum varpi, sum er undir absoluttum diktatoriskum eftirliti frá stjórnini.

Hvussu leingi skullu sakleysir lurtarar finna seg í at betala lurtaragjald til eitt so opinlýst politiserandi tjóðveldisreiður, sum Kring-blakingin er!

Lat teir blaka síni subjektivu tíðindi fyri egna rokning!

Lat okkum fáa eitt neutralt medium, sum ikki skal tekkjast og  logra fyri okkara forstokkaða sporlaministara!

Hetta er ikki bara fordummandi, men beinleiðis destruktivur journalistikkur!

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo