Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Pensjónistar hava fingið søguliga stóra hækking í pensjónini seinastu 4 árini. Eisini er mótrokningin millum hjún tikin burtur. Men mótrokningin, tá arbeitt verður, skal nú broytast. Tí tað skal altíð loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensjónistum.

Pensjónin er betrað
Stakur pensjónistur uttan aðra inntøku hevur nú minst 1.500 kr. – eftir skatt – meira at liva av um mánaðin, enn tá samgongan tók við. Hetta er størsta hækking í pensjónini, í einum valskeiði, í hesi øldini. Hartil er sokallað javningarlóg sett í verk, ið tryggjar, at allar pensjónir hækka, so hvørt lønir og prísir hækka. Men framhaldandi skal meira gerast – og verður pensjónsviðbótin tann, ið skal styrkjast í næstum.

Mótrokning millum hjún er strikað
Eisini hava vit broytt tað soleiðis, at giftir pensjónistar kunnu velja, at strika mótrokningina millum hjún, í mun til inntøku hjá einum av makanum. Hetta er eitt stórt framstig.

Mótrokning í mun til aðra inntøku skal broytast

Fyri tey, ið gerast pensjónistar frá 1. januar 2020 er mótrokning í mun til aðra inntøku broytt soleiðis, at mótroknað verður munandi lagaligari fyri hvørja krónu tú tjenar. Hetta fyri at tryggja, at tað altíð loysir seg at arbeiða – eisini fyri pensjónistar. Vit fara at bjóða verandi pensjónistum tað sama, og harvið munandi broyting til tað betra. Pensjónsnýskipanin gevur eisini fleiri aðrar møguleikar, og størri frælsi til pensjónistar.

Hevur tú tørv á, at útseta ella framskunda pensjónina?
1. januar 2020 hava vit broytt tað so, at pensjónsskipanin verður munandi meira tillagað til tørvin hjá tí einstaka. Tú kanst velja at fáa pensjónina út við pensjónsaldur. Men eisini vera aðrir møguleikar. Eitt nú, at velja “útsetta pensjón”, har tú velur ikki at fáa fólkapensjón út. Í staðin veksur hon fyri hvønn dag tú ikki velur at móttaka hana. Tá tú so sigur frá, at tú vilt hava pensjónina, verður hon væl hægri, restina av lívinum. Eisini fert tú at kunna velja “framskundaða pensjón” upp til 3 ár áðrenn pensjónsaldur. Hetta um tú ert slitin av arbeiðsávum, og tí hevur tørv á, at fara av arbeiðsmarknaðinum.

Øll hava rætt til góða pensjón
Nógv eru av arbeiðsmarknaðinum eitt tíðarskeið. Fáa tá útgjald eitt nú úr Barsilsskipan, ALS og Almannaverkinum. Allar hesar tíðaravmarkaðu lønarlíknandi veitingar hava vit nú lagt lógarálagda eftirlønargjaldið omaná. Hetta er vaksandi upp í 12%. Hetta er ein munandi uppraðfesting, og tryggjar, at øll fáa eina góða eftirløn við pensjónsaldur. Fyri framman stendur at tryggja, at eisini tey, ið fáa varandi lønarlíknandi veiting – fyritíðarpensjón - skulu hava eftirløn omaná, so eisini tey eru væl fyri, tá tey røkka pensjónsaldur.

Søguliga stórur skattalætti
Pensjónsskatturin er hartil broyttur munandi. Vit hava avtikið 40% flatskattin við inngjald til egna pensjón. Broytt hetta til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%. Hetta er ein søguliga stór pensjónsskattalækking – serliga til láglønt. Eisini er vanligi landsskattastigin gjørdur meira stigvaksandi við 5% lækking av lægsta landsskattastiginum. Hetta hevur gjørt, at øll lág- og miðallønt – og pensjónistar – hava fingið munandi lægri skatt. Soleiðis hava vit býtt virðini javnari og minkað ójavnan.

Nógv gott er framt – men nógv skal fremjast afturat
Nógv er sostatt framt seinastu 4 árini, fyri at betra um korini hjá pensjónistum. Enn vilja vit tó fremja nógv afturat. Tí øll hava rætt til eina góða pensjón.

Vóni at vit fáa títt álit á løgtingsvalinum leygardagin – so vit saman fáa framt hetta í verki.

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna og valevni fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo