Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Politikkur

Tað eru nú sløk 10 ár síðan, at Læraraskúlin (lærara- og pedagogútbúgvingin) og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin blivu løgd undir Fróðskaparsetur Føroya. Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, metir, at tað er tørvur á upplýsingum um støðuna á hesum týdningarmiklu útbúgvingum í dag. Hann hevur tí sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu við mentamálum, ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. 

 - Við jøvnum millumbilum hava røddir verið frammi og víst á, at tey lesandi frá hesum trimum útbúgvingunum eru sera akademisk og minni yrkisrættað, tá tey verða útskrivað. Er hetta rætt, kann vandi vera fyri, at yrkini standa fyri hóttafalli, tí roknast kann við, at stóri meirilutin fer út á arbeiðsmarknaðin eftir lokna útbúgving, meðan færri fara granskaravegin.

- Og er helst gott tað sama, tí tørvurin á starvsfólkum innan fleiri øki er alsamt vaksandi. Tí er tað av alstórum týdningi, at tað á hesum trimum útbúgvingum finst ein javnvág millum teori og praksis. Tað er tí neyðugt at vita, hvussu stórur dentur verður lagdur á yrkisførleikagevandi partin av útbúgvingunum, og í hesum sambandi eisini, hvussu nógv starvsvenjingin fyllir í útbúgvingunum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Les allan fyrispurningin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo