Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Ítróttur

Felagið Hwarang Føroyar hevur í vikuskiftinum verið niðri í Keypmannahavn til summarkappingina “Get2Sport”, har 21 børn í felagnum luttóku í kappingini.

Tilsamans kappaðust børnini í 151 dystum og vunnu heili 98 av teimum.

Tey 21 børnini vunnu tilsamans 11 gull, trý silvur og tvey bronsu-heiðursmerki.

Umframt hetta frálíka úrslitið vóru tað tvey børn, ið kláraðu seg serliga væl. Talan var um Nitu á Lakjuni (8 ár) og Róa Høgnason Hansen (11 ár).

Rói vann allar 12 dystirnar hjá sær, og varð hann tí heiðraður við einum pokali.

Síðani var tað Nita á Lakjuni, ið eisini gjørdi bart í Keypmannahavn, tá hon vann flest dystir í allari “Get2Sport” kappingini.

Nita var á bananum 19 ferðir og vann 18 av teimum dystunum.

Nita, Rói og hini børnini á ferðini venja Taekwondo saman við øðrum børnum í Hawarang Føroyar í Søldarfirði, har felagið fleiri ferðir um árið skipar fyri uttanlandaferðum, har kappast verður í øllum aldurbólkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo