Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Í Malavi, sum er eitt av heimsins fátækstu londum, uppliva tey á hvørjum ári ógvusligar náttúruvanlukkur, so sum vatnflóð og skerping. Í mars í ár rakti herviliga melduródnin Idai bæði Malavi, Mosambik og Simbabvi. Hetta førdi til ógvusligar vatnflóðir, ið hava ávirkað uml. 923.000 menniskju í Malavi, har yvir 125.000 er rikin frá hús og heimi.

Reyði Krossur hevur í hesum sambandi samtykt at senda 200.000 til Reyða kross í Malavi til tess at hjálpa við uppafturbyggingini aftaná ódnina. Sum sæst í filmsbrotinum, vera tey fyrstu húsini endurreist eftir ódnina.

Harafturat fer ein partur av fíggingini til eina nýskapandi tøkni, ið kallast Forecast-based finance (FbF). FbF er ein skipan, ið brúkar ymisk sløg av mátingum til at ávara um náttúruvanlukkur. Ávaringarnar skapa grundarlag hjá Reyða krossi fyri at fremja munagóð tiltøk áðrenn vanlukkan rakar. Nýggja FbF skipanin hevur higartil verið sera væl roynd í verki og hevur bjargað nógvum lívum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo