Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vinna

Tað hevur ljóðað, at landingarmiðstøðirnar vilja ikki hava fiskin sum er fiskaður inni á havnunum, tí góðskan er so vánalig. Fiskurin er fullur av snúltarum, hann er rak og luktar illa tá hann verður kruvdur, verður sagt.

Men hjá landingarmiðstøðini í Havn kenna tey onki til hetta.

- Vit hava tikið ímóti tí sum er komið. Men vit hava so forlangað, at tað veðrur týðuliga frámerkt, at talan er um hetta slagið av fiski, bara so keyparin veit tað, sigur Poli Joensen frá Landingarmiðstøðini í Havn.

Nógvastaðni í Føroyum hava smábatar í seinastuni fingið heilt nógvan fisk heilt nær landi, oftani inni á sjálvari havnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo