Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Heilsu- og innlendismálaráðið staðfesti eina skrivliga ávaring, sum Heilsutrygd hevði givið klagaranum, hóast ráðið ógildaði stóran part av grundarlagnum fyri skrivligu ávaringini.

Umboðsmaðurin vísti  á lutfalsmeginregluna og helt tað vera ivingarsamt, at ráðið ikki hevði latið Heilsutrygd meta um, hvørt skrivliga ávaringin framhaldandi var eitt hóskandi starvsrættarligt stig at taka, eftir at ráðið hevði ógildað stóran part av grundarlagnum fyri skrivligu ávaringini.

Umboðsmaðurin heitti á Heilsu- og innlendismálaráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð, soleiðis at Heilsutrygd við støði í kæruavgerðini frá ráðnum fekk møguleika at viðgera grundarlagið fyri skrivligu ávaringini av nýggjum.

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo