Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen hevur góðar vónir um at fáa skipa stjórn, sigur hann í stuttari viðmerking, tá ið VP spyr.

Men hann undirstrikar, at tað eru mál, sum semja skal finnast um.

Klokkan 10 í dag setast teir tríggir flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin aftur við samráðingarborðið.

Settir eru bólkar at viðgera tey ymisku málini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo