Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Ítróttur er heilt fantastiskur, hann knýtir vinarbond, hann gevur okkum óteljandi upplivingar, er heilsufremjandi, og eg kundi hildið áfram við lovorðum.

Eg elski flogbólt - havi altíð elska hesa ítróttargrein, og minnist við gleði aftur á nógvar fantastiskar løtur.

Tær allarstørstu hava verið at umboða Føroyar úti í heimi, og eg gerist enn rørdur, tá ið eg síggi okkara ungu vísa bragdarhug, og royna at vinna okkum miklan heiður.

Um eg kundi fingið eitt persónligt ynski uppfylt í ítróttarhøpi, so var tað at sleppa at uppliva fyrsta Føroyingin, umboðandi Føroyar, vinna okkum eitt heiðursmerki á Olympisku leikunum..

Tit eru ómetaliga nógv úti um landið,sum geva og hava givið føroyskum ítrótti eina rúgvu.

Tit fáa onki heiðursmerki um hálsin, men uttan tykkum, so vóru ongi av hesum, fantastisku úrslitunum gjørlig.

Allir teir tímarnir, sum tit sjálvbodnu leggja eftir tykkum, kunnu ikki gerast upp í pengum.

Eg havi tíanverri ikki sjálvur havt møguleika at geva ítróttinum nóg nógv aftur, av tí orsøk, at eg havi siglt alt mítt lív.

Hetta vil eg fegin gera nakað við, og tá ið eg verði valdur á ting, vil eg gera alt, eg eri mentur fyri, at okkara ítróttarfólk fáa bestu umstøður.

Eg hugsi eisini, at vit skuldu umhugsa, at lagt okkum eftir at fari og kappast í fleiri einstaklinga greinum, sum til dømis luft pistól skjóting, fyri at nevna eitt øki, har eg ikki ivist í, at vit kundu verði við í fremstu røð.

Eg vil sjálvandi eisini berjast saman við øðrum góðum kreftum, fyri at vit fáa fullan limaskap í øllum alltjóða felagsskapum.

Um tit vilja hava eina rødd á tingi, sum elskar ítrótt eins nógv, ið tit sjálvi gera, so er valið sera einfalt.

Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri
Porto Do Acu, Brasil

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo