Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Andaktir

Tað er ein frøi og ein virðismikil møguleiki, at vit í talu og skrift frítt kunnu boða orðið um Jesus.

Í takksemi fyri høvið eigur kristnin í tolsemi at vanda sær um orðini, so vit siga tað góða og vakra uttan at traðka á onnur.

Tó, tá ið orðini eru mong, er ikki fyrnd í hvørjum setningi.

Onkuntíð fóru vit um mark í boðan og prædiku, og tað sømir seg ikki í tænastu frelsarans.

Í tílíkum førum er tað ein dygd at biðja um fyrigeving. 

At biðja um fyrigeving er ein vøkur gerð og ein skapandi veruleiki.

At ásanna mistakið, ganga í seg sjálvan og geva øðrum eina sannkenning.

At biðja um fyrigeving styrkir trúvirði og skapar álit millum manna.

Tað ger nakað við onnur og enn meira við ein sjálvan. 

Tað var sigandi at lesa eina viðmerking undir einari grein í miðlunum.

Ein viðmerkjari bað um umbering fyri sítt mistak ella sína misfatan av teimum viðurskiftum, ið vórðu til umrøðu. Tað var mær ein fyrimynd.

Hetta er leisturin, ið mennir orðaskifti, bæði tá ið talan er um rós ella rís. 

Givnu rættindini at prædika í miðlunum eiga at minna tey kristnu á hóvsemi.

Vit hava ikki einkarrætt til tað almenna rúmið. Sami møguleikin er sjálvsagdi rættur alra í einum fólkaræðisligum samfelag við fjølbroyttari mentan og lívsfatan.  

Kristnin eigur ikki at skapa gjáir í samfelagnum ella taka seg burtur frá í smærri bólkar.

Vit mega mennast til tolsemi og rúmliga hugsan.

Vit skulu elska øll menniskju uttan mun til teirra upphav, lívsáskoðan ella átrúnað.

Vit mega ikki skapa ella ímynda okkum møguligar fíggindar.

Tað nýtist ikki at vera fíggindaskapur, hóast onnur hava eina heilt aðra áskoðan enn vit. 

Vit mega hava Jesus sum fyrimynd, siga tað góðu søguna og skapa innihald í tilveru og degi.

Vit mega ikki vera trongskygd, tí smøl hugsan darvar okkara egna lívi og forðar medmenniskjum okkara at liva eitt virðiligt lív í samfelagnum. 

Smøl kristin hugsan og óheppin verklig átøk fáa tey, ið vit ynskja at náa, at taka frástøðu frá boðskapinum um Jesus.

Tey síggja ikki Meistaran, tí lærusveinarnir standa í vegin. 

Í sambandi við eina seruppgávu í 9. flokki fekk undirritaði spurningin:

“Biskupur, hvat heldur tú um gudloysingar?”

Svarið var stutt:

“Mær hóvar ikki at bólka fólk upp í jaligar ella neiligar flokkar, men gudloysingar eru miðal hampafólk eins og vit.”

Tey ungu hildu óivað, at svarið var óhóskandi fyri ein biskup.

Hinvegin er tað satt, at eg kenni nógv hampafólk, ið als ikki vilja kalla seg kristin.

Eisini ikki kristin fólk eru í mínum vinaskara, og eisini teimum eigur trúgvin at gagna. 

Hvørki kristin ella fólk við aðrari lívsáskoðan hava gjørt mær ónáðir meira enn tað, ið eg sjálvur havi gjørt øðrum.

Eingin hevur spent bein fyri mínum yrki sum prestur. 

Tað eru vælsignaði forrættindi at kunnu siga allar tær góðu søgurnar um Jesus, endurgeva hansara vísu orð og boða hansara miskunnarverk.

Ymiskt er hvussu tænastan fellur út, og tað er rættur alra at meta um avrikið. Kristnin skal hugagóð virka við dirvi og ongantíð fara í sjálvverju, tí vit eru vard av øðrum verndara.

Av sonnum verður staðfest, at móti mær hevur Guð verið góður, og góðska hansara elur fram viljan til tað góða.

Tó, tað var so mangan, at ein væl meint  hugsan varð verandi hugsan uttan verkligt innihald. 

Orð Jesu eru einføld: “Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.” (Lukas 6, 36).

Tað er ætlanin við trúnni, at tann fyrigeving, ið vit av Guðs náði hava fingið í trúnni á Jesus, skal verða givin øðrum.

Frans Pávi, ið varð kosin pávi í 2013, talar um likamlig og andalig miskunnarverk. Hann talar um evnini at møta menniskjum, hvussu vit eiga at møta hvør øðrum við kristnum hugburði. Vit mega royna at skilja hin einstaka, fata og hoyra tað, ið verður sagt. Vit kunnu ráðgeva, vegleiða og hjálpa. Men fremst av øllum eiga vit at vera hjástødd, vera til staðar í nærveru og umboða likam Krists við okkara hjáveru. 1)

Okkara trúvirði sum kristin stendur og fellur við, 

• hvussu vit møta teimum, ið eru sett til síðis og særd likamliga

• hvussu vit møta syndarum, ið eru særd sálarliga.

Atferðin, medferðin og hugburðurin avdúka tað, ið liggur innast í hjartanum.

Tann kristni andin, ið er kveiktur av Heilagum Anda, hoyrist í tøgnini og sæst í myrkrinum.

Hjartalagið er alt avgerandi, tá ið vit við boðskapinum um Jesus møta menniskjum.

 Lívsins kvøld og evsta dag verða við dømd samsvarandi okkara kærleika. Um vit eru huld í Kristi kærleika til Guð og næstan.

Amen.

Orðið: “Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa.” (Matteus 5,7). 

Jógvan Fríðriksson,
Biskupur

Heimild:  1) Pave Frans “Guds navn er barmhjertighed”, Kristeligt Dagblads Forlag 2016, bls. 125-127. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo