Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Í fleiri ár hava turistfiskarar úr millum annað Týsklandi leigað sær bátar í Porkeri, og hava havt rættiliga góðan fiskiskap.

Hesin fiskiskapur hevur verið ótarnaður, inntil eitt lesarabræv stóð á VP, sum umtalaði turisfiskiskapin.

Nakað seinni komu so nakrar myndir á VP av týskarunum, sum standa á bryggjuni og skera flak. Myndirnar vísa eina rættiliga stóra nøgd av góðum føroyskum toski.

Ikki fyrr enn tá verður hesin turistfiskiskapurin tikin upp á politiskt stig, tá ið Kári P Højgaard, tingmaður, setur ein skrivligan fyrispurning um turistfiskiskapin.

Nakað eftir tað kemur VØRN inn í myndina og ger kanningar í Porkeri, har fýra bátar verða tiknir, ikki tí teir útflyta "ogn føroya fólks" uttanum allar skipanir, men tí teir ikki hava nakað loyvi.

Herfyri avdúkar VP, aftur við myndum av fleiri flamingokassum sum fóru við Norrønu, at talan er um eina rættiliga fittliga nøgd av flaki, sum hesir týskarar útflyta.

Myndirnar vóru sendar til TAKS og spurt, um nakað eftirlit er við hesum útflutningi, og í kvøld hevur so stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre, svarað.

- Tað er TAKS sum hevur eftirlitið við øllum innflutningi og útflutningi, so um talan her er um útflutning av fiski, so er tað TAKS sum eigur eftirlitsskylduna, sigur stjórin.

- Eg kann leggja afturat, at TAKS enn ikki hevur gjørt stórvegis burturúr eftirlitinum av hesum slagnum av útflutningi, men um hetta er nakað sum vindur uppá seg fara vit sjálvandi at hyggja nærri eftir hesum, sigur Eyðun Mørkøre.

Les eisini:

Er hetta ferðavinnu fiskur?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo