Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vinna

Eitt hitt longsta rættarmáli í Føroyum skal nú roynast í Hægstarætti fyri aðru ferð.

Hettar verður annars sættu ferð, at málið verður roynt í rættarskipanini.

Upprunaliga vunnu gøtumenninir í Føroya Rætti og Landsrættinum, men Hægstirættur gav í mars 2015  TAKS viðhald í, at sølan av partabrøvunum í Varðanum ikki kundi góðtakast.

Tá sølan ikki varð viðurkend av TAKS, so er eingin søla farin fram, og partabrøvini kunna tí í dag seljast uttan skattskyldu.

Gøtumenninir fingu viðhald í Skatta- og avgjaldskærunevndini, í Føroya Rætti og í Landsrættinum.

Men TAKS gevst ikki so. Málið skal enn einaferð roynast í Hægstarætti. 

Les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo