Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Hevur tú hugskot í sambandi við umhvørvi, býarskipan, vælferð, útbúgving, mentan ella aðra tænastu, kommunan veitir? So er tiltakið ‘Talgilda tín bý’ sum verður í Kongshøll 21. til 22. september nakað fyri teg.

Sum nakað nýtt skipa KT deildin og Hugskotið í Tórshavnar kommu, í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, fyri einum slóðbrótandi tiltaki, ið skal lyfta kommununa inn í framtíðina.

Endamálið er at virka fyri, at Tórshavnar kommuna gerst meiri nýskapandi við fleiri snildloysnum til tænastur, sum kommunan veitir.

‘Talgilda tín bý’ er eitt tiltak fyri allar borgarar, sum brenna fyri at gera ein góðan bý enn betri. Tiltakið er skipað sum ein hugskotsverkstova og eitt hackathon fyri luttakarum í øllum aldri við fjølbroyttari bakgrund.

Í øðrum londum eru slík tiltøk kend sum "Smart City Hack". 

Endamálið er at arbeiða við nýhugsandi tøkniligum loysnum til tænastur, sum kommunan veitir, t.d. vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan, undir leiðslu av royndum mentorum.

Tórshavnar kommuna ynskir at vera ein virkin viðleikari, tá talan er um at menna KT vinnuna og nýskapanarumhvørvið í landinum. Hetta tiltakið gagnar samstundis býi og borgarum.

Tiltakið verður 21. til 22. september í nýggju Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Øll, sum hava hug, kunnu vera við og kunnu arbeiða saman við øðrum, sum antin hava nýggj óroynd hugskot, ella hugskot, sum eru komin nakað áleiðis.

Tiltakið endar við at luttakararnir leggja sínar loysnir fram fyri eini dómsnevnd, sum velur bestu loysnina.

Vinnandi toymið fær 50.000,- kr í virðisløn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo