Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Vinna

Hagstovan: Tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar í ár var talið av gistingum 146.675. Tað eru 5% ella 7 túsund fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og 8 túsund fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið, tá annars sólarmyrkingin var.

32% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 22% úr Føroyum, 17% úr øðrum  Norðurlondum, heili 25% europeiskum londum og tey síðstu 4% uttan fyri Europa.

Størsti vøksturin í tali í gistingum hjá ferðafólki úr einstøkum londum var úr Sveis við 1.800, Svøríki við 1.574, Bretlandi við 1.563 og Týsklandi við 1.178. Men eftir landabólkum var nógv størsti vøksturin í ferðafólki úr londum í Europa uttan fyri Norðurlond.

Hinvegin var merkisverd stór minking í gistingum hjá fólki, búsitandi í Føroyum, við heili 5.330.

Býtt á øki var allur vøksturin í Suðurstreymi, har gistingarnar vóru 10.00 ella 11% fleiri, meðan tær vóru 3.000 ella 6% færri uttan fyri Suðurstreym.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo