Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Krutl

Fólkakirkjan/Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard: Vilhelm er uppvaksin á Válinum og hevur búð alt sítt vaksna lív á Skála. Hann er føddur tann 14. august 1958 og giftist Sólbjartu Olsen av Skála í 1981 og tey hava búð á Skála síðani. Kirkjan hevur altíð verið ein partur av lívinum hjá Villa. Sum smádrongur gekk hann í kirkju við foreldrunum og hesin vanin hevur fylgt honum gjøgnum lívið.

- Tað var Sigvald Kristiansen, kommunulækni á Skála, sum bað meg lesa. Hann sat í kirkjuráðnum. Og eg segði ja beinanvegin, uttan at hugsa meg um. Eg vildi vera deknur. Og tað var ein elddópur eg fekk.

- Jógvan Fríðrikson var tá prestur her og hetta var ein gudstænasta, sum varð beinleiðis útvarpað. Jú, eg var nervøsur. Vit komu í hvønn krók í landinum. Nú er tað ein vani at lesa og fellur mær ikki tungt.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo